title

Nón

Kringvarp Føroya

0
Followers
0
Plays
Nón
Nón

Nón

Kringvarp Føroya

0
Followers
0
Plays
OVERVIEWEPISODESYOU MAY ALSO LIKE

Details

About Us

Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart, og tá fer útvarpið at senda beinleiðis útvarp, kryddað við reportasjum, frásagnum og kjaki.  Nón er ein magasinsending, har mentan og samfelag eru karmar um upplýsing, uppliving og undirhald. Nón verður send týsdag, mikudag og hósdag frá klokkan trý til fimm í útvarpinum.

Latest Episodes

Kitty May Ellefsen: Mítt listaverk

Kitty May segði okkum eisini eitt sindur frá tí, sum ein serligur persónur í heiminum hjá teimum tekst við.

8 MIN1 d ago
Comments
Kitty May Ellefsen: Mítt listaverk

Telduspæl: Tað ber til at finna eina javnvág

Tá Jógvan Poulsen, sum í dag er 25 ár, var yngri, fylti telduspæl alt ov nógv í lívi hansara. Foreldrini royndu at gera tað, sum tey vóru ment, fyri at fáa hann at minka um nýtsluna, men tað var ikki fyrr enn pápin tók eitt álvarsligt prát við Jógvan, at lívið fekk eitt annað innihald enn telduspæl.

16 MIN1 d ago

The Catch: Nýggj fløga flytur mørk

- Heldur enn at spæla jazz upp á ein rokkutan máta, so hava vit vent tí við. Vit spæla rock upp á ein jazzutan máta. Leivur Thomsen, Magnus Johannesen, Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu eru Plúmm. Og Plúmmarnir eru í Nón og tosa um nýggju útgávuna, sum í roynd og veru er fyrsta fløgan, har Plúmm púra sjálvstøðugt stendur fyri heildarútgávu. Hoyr Plúmmarnir tosa um bólkin, søguna, samanspælið og nýggju fløguna. Og nakrir brellbitar frá fløguni eru eisini at hoyra.

52 MIN1 d ago
Comments
The Catch: Nýggj fløga flytur mørk

Nón - 17. oktober 2019

Jógvan Poulsen var sum yngri bundin at telduspæli. Jógvan gevur nú foreldrum góð ráð um nýtslu av telduspæli hjá børnum og ungum. Hvussu fótar tú tær undir og eftir krabbasjúku? Vit hitta Hjørleif Hjaltalin. Í næstum veður høvi at uppliva Hamlet hjá Shakespare á føroyskum palli - á føroyskum máli. Vit fáa orðið á Hans Tórgarð, sum hevur týtt Hamlet til føroyskt.

109 MIN2 d ago
Comments
Nón - 17. oktober 2019

Søgur úr býnum hjá Jón

- Hetta er ein fiktionaliserað útgáva av Havnini, men tittulin er eisini ein tilsiping til leysasøgur, sigur Jón Thorsteinsson. Havnin er karmurin um søgurnar í nýggja stuttsøgusavninum hjá Jón Thorsteinssyni: Søgur úr býnum. Hann brúkar hvørki staðarnøvn ella bygningar, men hann hevur fingið íblástur frá heilt ítøkiligum støðum, sum fólk møguliga kenna aftur.

15 MIN2 d ago
Comments
Søgur úr býnum hjá Jón

Nón - 16. oktober 2019

Søgur úr býnum er nýtt stuttsøgusavn eftir Jón Thorsteinsson. Vit fáa orðið á høvundin. Vit hitta eisini Jógvan Arge, sum hevur latið úr hondum Mína krýniku nummar 5, og hesuferð við heitinum Úr ymsum heraðshornum. Mítt listarverk er regluligur táttur í Nón MentanarMikudagar, og í dag fara vit á gátt hjá Kitty May Ellefsen, sum sigur okkum søguna um hennara yndislistarverk.

108 MIN3 d ago
Comments
Nón - 16. oktober 2019

Mentanarálmanakkin frá 16. til 22. oktober

Tú kanst hoyra Mentanarálmanakkan her!

13 MIN3 d ago

Heimsins størsta smoltstøð er í Føroyum

Í hesari frásøgnina um smoltstøðina, sum er omanfyri 300 metrar til longdar og 80 metrar breið, sigur arkitekturin Ósbjørn Jacobsen, hvørs teknistova hevur teknað bygningin, okkum um hugskotið til bygningin og hvørjar avbjóðingar ein bygningur av hesum slagi hevur við sær. Eisini hitta vit Rógva Jacobsen, sum er leiðari á smoltstøðini, meðan Albert Isfeld, arkitektur, fer at ummæla smoltstøðina úr arkitekttoniska sjónarhorninum. Smoltstøðin stendur í einum grótbroti á Strond stutt norðanfyri byrgingina um Haraldssund. Tú kanst hoyra frásøgnina her!

33 MIN3 d ago
Comments
Heimsins størsta smoltstøð er í Føroyum

Jógvan heldur fram við krýnikuni

- Eg var nógv í veltuni hetta tíggjuáraskeiðið frá 1970 til 1980. Eftir tað bleiv eg deildarleiðari og var ikki líka nógv úti í markini. Hetta var eitt sera spennandi tíðarskeið. Millum annað soleiðis sigur Jógvan Arge, sum í bókini Úr ymsum heraðshornum greiðir frá ymsum málum í 70-árunum. Hetta eru mál, sum hann sum reportari og journalistur fyri ein part dekkaði. Heitið á bókini er eisini eftir einari sending, sum tá var.

11 MIN3 d ago
Comments
Jógvan heldur fram við krýnikuni

Vinir eru lívsneyðugir

- Gransking vísir, at tað er beinleiðislívshættisligt ikki at hava vinir. Tað er ein av setningunum, sum koma fram í hesum kjakpanelinum, har Suni Poulsen, sálarfrøðingur, Bjørghild Poulsen, heilsufrøðingur, og Bergur Debes Joensen, prestur, setaorð á vinaløg og vinskap. Hoyr alt orðaskiftið her.

29 MIN3 d ago