title

Breddin

Kringvarp Føroya

0
Followers
0
Plays
Breddin

Breddin

Kringvarp Føroya

0
Followers
0
Plays
OVERVIEWEPISODESYOU MAY ALSO LIKE

Details

About Us

Aktualitetssending við kjaki, perspektivering og greining av tíðindum og rákum í Føroyum og altjóða.

Latest Episodes

Breddin: Mentalønir, Arktis og landsroyndir

Skipanin við mentarnar- og listastuðli skal endurmetast - harundir mentanarvirðislønir. Tað stendur í samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað 14. september í fjør. Málið er at fáa lýst, um tær stuðulsskipanir, sum landið hevur, virkar eftir ætlan, og um landið fær tað burturúr stuðlinum, sum landið eigur, segði Jensi av Rana við Sosialin í fjør. Eftirmetingararbeiðið lista- og mentanarstuðlinum er nú byrjað.

50 MIN1 d ago
Comments

Breddin: Uttanríkisnevnd, Mykines og EIK-málið

Føroyar, Danmark og Grønland skulu hava eina felags uttanríkispolitiska nevnd. Tað heldur Ulrik Pram Gad, Ph.D í stjórnmálafrøði og lektari á Aarhus Universitet. Um Danmark vil halda fast um ríkisfelagsskapin, má Danmark eisini broyta avgerðargrundarlagi í uttanríkispolitiskum avgerðum, sum viðvíkja Arktiska økinum, heldur Ulrik Pram Gad Tíðirnar í politikki eru broyttar vísir lektarin á, og tí má Danmark legitimera avgerðir í arktiska økinum við støði ynskjum í Grønlandi og Føroyum, og ikki longur einans taka avgerðir vegna Grønland og Føroyar.

48 MIN2 d ago
Comments
Breddin: Uttanríkisnevnd, Mykines og EIK-málið

Breddin

Ein grein 25-nevnd skal setast at endurskoða stýrisskipanina frá 1994. Tað boðaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, frá, tá hann í gjár tók orðið á tingi í gjár. Stýrisskipanin er nærum einkibroytt, síðani hon kom í gildi í 1994, og tað er heldur ikkisum at siga tað at broyta hana, tí tvey løgting skulu góðtaka broytingar í lógini. Men er nýggja tilmæliðhjá løgmanni eitt tekin um, at dreymurin um eina føroyska stjórnarskipan, ið fleiri samgongur hava arbeitt við, er endaliga er sleptur?

45 MIN1 w ago
Comments
Breddin

Breddin

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, endaði í einum politiskum ódnarveðri í gjár, tá fleiri samgongu- og andstøðufólk eina løtu funnu felags stev í fordømingini av eini tekniskari tillaging í almennu leiðslukunningarskipanini og roknskapargóðkenningarskipanini í sjúkrahúsverkinum. Tillagingin hevði ta avleiðing, at stjórarnir á Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi skuldu lata tilmæli um roknskapir til Steinar Eirikstoft, forstjóra í sjúkrahúsverkinum, ið síðani skuldi avgreiða tað við aðalstjóran.

48 MIN1 w ago
Comments
Breddin

Breddin

Tann skjótt vaksandi ferðavinnan setir alsamt fleiri krøv til samfelagið, og nú merkja bøndir kring landið eisini ein øktan áhugan fyri landsjørðina. Áhugin hjá einum privatum felag at byggja summarhús í Saksun og hjá Gist&Vist at byggja nýgg hølir til Koks í Fossdali eru nevniliga bara tvær av mongum fyrispurningum, ið Búnaðarstovan fær um keyp av lendi hjá bóndum. Tí hómast eisini eitt nýtt stríð millum kongsbøndirnar, ið varða av jørðina, og aðrar bólkar í samfelagnum, ið síggja eitt annað nýtsluvirði í jørðini.

52 MIN1 w ago
Comments
Breddin

Breddin

Breddin vendir sjóneyka móti Washington, aftaná eina hendigarríka viku í kjalarvørrinum av, at Donald Trump bleiv fríkendur í ríkisrættarmálinum. Atburðurin hjá forsetanum hevur vakt ans, aftaná at hann hevur lagt seg uppí arbeiði í amerikanska løgmálaráðnum.Alment innlit Lógin um alment innlit í almenna fyrisiting skal tryggja, at borgarar vita hvat skattapengarnir verða brúktir til. Tey almennu partafeløgini hjá landinum eru kortini ikki fevnd av hesi lóg, men tað verður møguliga broytt nú.

51 MIN2 w ago
Comments
Breddin

Breddin

Tað skal vera lættari at fáa innlit í hvør fíggjar valstríðið hjá flokkum, løgtingslimum og valevnum, heldur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, ið hevur lagt eitt uppskot fyri tingi, ið skal broyta hetta. Men meirilutin í Rættarnevndini mælir til at fella uppskotið. Og í útvarpsstovuni vóru Ingilín Strøm, Sirið Stenberg, Christan Andreasen og Erhard Joensen, øll limir í Rættarnevndini, komin at kjakast um málið. Harumframt hoyra vit frá Hallberu West, stjórnmálafrøðingi, og Jóannes Eidesgaard, politiskum eygleiðara.

52 MIN2 w ago
Comments
Breddin

Breddin

Rok er enn einaferð um Bústaðir, aftaná at ein fyribils niðurstøða hjáarbeiðsbólkinum undir Almannaráðnum, ið er settur at orða ein nýggjan bústaðarpolitikk, kom undan kavi í farnu viku. Sambært uppskotinum mælir ein meiriluti í nevdini til, at Bústaðir faaálagt nøkur fíggjarlig krøv, ið javnsetir felagið í kappinginivið privat byggifeløg.

54 MIN2 w ago
Comments
Breddin

Breddin: Varðhaldið í Mjørkadali og val í Írlandi

45 MIN3 w ago

Breddin: Náttúruvernd, Heilsutrygd og støðan í USA

55 MIN3 w ago

hmly
himalayaプレミアムへようこそ聴き放題のオーディオブックをお楽しみください。