Himalaya: Listen. Learn. Grow.

4.8K Ratings
Open In App
title

Pressan

Kringvarp Føroya

0
Followers
1
Plays
Pressan

Pressan

Kringvarp Føroya

0
Followers
1
Plays
OVERVIEWEPISODESYOU MAY ALSO LIKE

Details

About Us

Pressan er sending, sum viðger miðlar og setur tíðindavikuna í perspektiv. Miðlarnir skulu ansa eftir valdshavarunum, men hvør skal ansa eftir miðlunum.Pressan fylgir við í miðlunum og spyr tey við ábyrgd um valini, sum vera gjørd í miðlunum.Sendingin boðin út til framleiðslu uttan fyri Kringvarp Føroya og liggur tí ikki undir beinleiðis redaktørleiðslu í Kringvarpinum.Kringvarp Føroya hevur yvirskipaðu ábyrgdina av sendingini, og sendingin skal halda seg til journalistisku og etisku leiðreglurnar, sum Kringvarp Føroya setir.Ábyrgd: Øssur Winthereig, journalistur.

Latest Episodes

Pressan: Jenis í kríggi móti KvF

Jenis av Rana, landsstýrismaðurí mentamálum, sum varðar av Kringvarpinum er í opnum kríggi við sama stovn. Jenis av Rana heldur tað verða neyðugt, at hann gongur á odda, tá nakað er at finnast at í Kringvarpinum, tí nógv tora ikki. Jenis av Rana sigur Kringvarpið leggja sær orð í munnin í spurninginum um amerikanska forsetavalið.

47 min2 w ago
Comments
Pressan: Jenis í kríggi móti KvF

Pressan: Veljarakanningar og forsetaval í USA

Eru veljarkanningarnar fyri eitt val rættar ella í lagi, ella eru tað kanska miðlarnir, sum ikki duga at brúka veljakanningar? Hvat spáddu veljarakanningarnar undan amerikanska forsetavalinum, sum hevur ørkymlað so nógv. Kvinna hevur fingið ein Mann. Eftir í mong ár, at hava givið Kvinnu út, hava somu kvinnur nú sent eitt mannfólkablað á marknaðin. Maður er eitt lívsstíls-blað, sum vendir sær til menn. Gestir: Flóvin Eidesgaard, serligur ráðgevi og hagfrøðingur, Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri Maður og Jan Berg Jørgensen, films- og miðlafrøðingur.

48 min3 w ago

Pressan: Miðlarnir til sýn

Í hesi sendingini verður aktuelli journalistikkurin sendur til miðlasýn. Miðlalandslagið er ikki ein oyðimørk, men eru nóg nógvir grønir blettir, har tað sprettur? Hugt verður nærri eftir journalistikkinum í onkrum av teimum tíðindum, sum vit hava hoyrt seinastu dagarnar. Men stóri spurningurin verður eisini settur: Hvussu hevur føroyskum journalistikkur tað? Er nakað skil í? Gestir: Høgni í Jákupsstovu, journalistur, Kári Mikkelsen, journalistur, Ingrid Bjarnastein, journalistur og Rigmor Dam, journalistur.

56 minOCT 30
Comments
Pressan: Miðlarnir til sýn

Pressan: Stríðið um almenna rúmið

Sjúkrarøktarfrøðingar eru í verkfalli. Kunnu sjúkrarøktarfrøðingarnir aftur vinna stríðið um undirtøku millum kvinnur og menn. Í 2017 vóru sjúkrarøktarfrøðingarnir eisini í verkfalli, og tá tókist greiður samhugi vera við teirra verkfalli. Hvussu er hesaferð? Við hvøjrum orðum royna partarnir at vinna samhuga fyri sínum sjónarmiðum.

55 minOCT 23
Comments
Pressan: Stríðið um almenna rúmið

Pressan: Álítandi tíðindi um korona

Hvussu eru leikfólk fyri, tá læknavísindi og journalistar kappast um at vera skjótast við tíðindum. Ber til at trúgva tíðindum, sum bara eru at hoyra í Føroyum, at korona-koppsetingin kemur fyri jól. Vit skifta orð um miðlarnar og kommunuvalið og hvørji evnið vera sett á dagsskránna uppundir eitt kommunuval. Kommunuval verður týsdagin 10. november - altso um ein lítlan mána. Valevnini eru so smátt farin at skriva valgreinar. Higartil mest í teimum størru kommununum.

45 minOCT 16
Comments
Pressan: Álítandi tíðindi um korona

Pressan: Køvdar røddir

Ein lítil mánaði til amerikanska forsetavalið. Bera føroysku miðlarnir fyrst og fremst tíðindihjá amerikansku demokratisku miðlunum, sum ikki hava nógv gott at bera Trump. Hvør gongur móti almenna rákinum í tilmælum og upplýsing í hesum koronatíðum. Verða røddir, sum tala at alment viðurkendu sjónarmiðunum, køvdar í siðbundu og breiðu miðlunum. Og hvussu lætt er at fáa td. KvF at gloypa eini miðlaætlan, sum roynir at avgera, hvørjar gestir til dømis skulu í Dag og Viku og nær. Gestir:

53 minOCT 9
Comments
Pressan: Køvdar røddir

Pressan: Jørgen fekk opna mikrofon

Eingir politikarar eru við í innsløgunum, men summir borgarstjórar er firtnir um valini, sum Dagur og vika hava gjørt. Týsdagin skipaði Fíggjarmálaráðið fyri tíðindafundi í Kongshøll, men journalistarnir spurdi ikki, tað gjørdu afturfyri tveir andstøðupolitikarar. Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í KvF, ivast í, um framløgan av fíggjarlógaruppskotinum verður send aftur næsta ár. Elin Mirjamsdóttir er eitt av vertsandlitunum í Degi og Viku. Trúvirði og forteljarahugur skulu eyðkenna eina Dag og viku-vert.

54 minOCT 2
Comments
Pressan: Jørgen fekk opna mikrofon

Pressan: Stroyming hevur gjørt innrás

Stroyming er vegurin inn til ljóð og myndir. Tey gomlu tíma enn at hyggja eftir tí, sum sjónvarpsrásir senda út í stovuna til ávísan klokkutíma, men alt fleiri vilja hava valfrælsið at velja nær og hvar ljóð og myndir skulu koma. Avbjóðingin er stór, tí stroymingstænasturnar vera alsamt grammari fáa okkum at brúka tíð hjá teimum. Ein lítil sjónvarpsstøð sum Kringvarpið skal so royna at troka seg inn í hesa umfatandi útlendsku miðlamyndina.

54 minSEP 25
Comments
Pressan: Stroyming hevur gjørt innrás

Pressan: Búskaparfrágreiðngin sum stórtíðindi

Tvær ferðir um árið ruddar formaðurin í Búskaparráðnum allar forsíður, tá ráðið hevur tikið fepurin á føroyska búskapinum. Og miðlarnir fara rennandi aftaná við boðskapinum frá formanninum. Men hvør verður klókari, kunnu vit spyrja? Higartil hava privatu miðlarnir fingið 2 mill. kr í miðlastuðli. Blaðstjórarnir á Norðlýsinum og Dimmalætting halda at pengarnir bara eru inni og venda, tí útberingin samstundis hækkar.

52 minSEP 18

Pressan: Almenn kunning og fótbóltsprát

Síðani 12. mars hevur løgmansskrivstovan staðið fyri almennari kunning um korona. Í sendingini hoyra vit um hugskot og ætlan við kunningini. Skal ein vertur koyrast av eini fótbóltssending, tá ein venjari kemur við hvøssum viðmerkingum? Gestir: Páll Holm Johannesen, kunningarráðgevi Løgmansskrivstovan, Eyðbjørt Skylv Midjord, kunningarfólk. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF og Katrin Petersen, journalistur. Mikkjal Thomassen, venjari, og Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri.

57 minSEP 11

success toast
Welcome to Himalaya LearningClick below to download our app for better listening experience.Download App